05. Nov. 2026
Hondbóltslandsliðið vitjaði

Glaðir og spentir næmingar tóku ímóti hondbóltslandsliðnum.

Fleiri enn 400 næmingar hava í fleiri dagar bíðað í spenningi eftir, at hondbóltslandsliðið skuldi koma á vitjan. Í dag kom dagurin.

Ísak Vedelsbøl, sum hevur verið næmingur í Sankta Frans skúla, fekk fyrst orðið. Síðani sluppu næmingarnir at seta spælarunum spurningar. Spælararnir vóru í góðum hýri og svaraðu bæði teimum álvarsomu og teimum meira skemtiligu spurningunum.

Næmingarnir hava í nakrar dagar vant sangin "Hvít sum kavi", og hesin bleiv sungin hjartaliga fyri landsliðshópinum, sum sunnudagin skal spæla ímóti Montenegro á útivølli.

Autografarnir vóru tað síðsta, ið var á skránni. Køin var lang, men fryntligu spælararnir góvu sær góðar stundir at skriva autografar og at práta við næmingarnar.

 

 

03. Nov. 2026
Miðlabreytin vann „juryens specialpris“
09. Oct. 2026
Heyst­konsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
04. Oct. 2026
Sankta Frans dagur 2026
02. Oct. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. Sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
Sí eldri tíðindi